Fremstu íverksetara-ætlanirnar hjá framhaldsnæmingum kring landið kunnu upplivast í Løkshøll í Runavík fríggjamorgun klokkan 9. Tá verður kappast í skúla FM í íverksetan.
Í dag fekk praktikanturin hjá Miðlahúsinum, Diana Mouritsen orðið á tey, sum skulu kappast fyri skúlan við Løkin. Vit fingu eisini orðið á lærara teirra, Ásbjørn Berthelsen.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra prátini við næmingarnar og læraran, sum vóru í seinnapartssendingini hjá Rás2.










