Ein stórur skuggi hevur ligið yvir samráðingunum við russar hesaferð, nú verksmiðjutrolarin Skálaberg framvegis verður afturhildin í Murmansk. Samráðingarnar um nýggjan fiskirættindasáttmála millum Føroyar og Rusland vóru ikki lidnar, tá vit høvdu samband við Viberg Sørensen, formann í Føroya Reiðarafelag seint seinnapartin í dag.
Reiðarafelagið hevur umboð við í hesum samráðingum, sum hava verið á Gjáargarði við Gjógv.
Tá vit høvdu Viberg Sørensen í telefonini, segði hann, at partarnir neyvan koma undir land í eini handavend.
Men gongdin er ?normal?, sum hann tók til, samstundis sum hann legði aftrat, at enn hava partarnir ikki rent seg í verulig stríðsmál.
Formaðurin í Reiðarafelagnum ásannaði tó, at ein stórur skuggi hevur ligið yvir samráðingunum við russar hesaferð, nú verksmiðjutrolarin Skálaberg framvegis verður afturhildin í Murmansk.
- Skálaberg-málið hevur ikki verið beinleiðis til umrøðu sum partur av sjálvum sáttmálasamráðingunum, men tað er eingin loyna, at nógv hevur verið tosað um hetta mál millum partar av samráðingarnevndunum.
Viberg Sørensen segði seg hava varhugan av, at tey 17 fólkini, sum eru í russisku samráðingarnevndini, vita ikki stórvegis um tað, sum gongur fyri seg í Murmansk, men kortini hevur tøkan av Skálabergi, sum nú hevur ligið í Murmansk i 12 dagar, lagt ein stóran skugga yvir hesar samráðingar.
Sum skilst á formanninum í Føroya Reiðarafelag fer russiska samráðingarnevndin heimaftur til Ruslands í morgin, og seint seinnapartin var óvist, hvussu verður við nýggjum fiskiveiðisáttmála millum londini.










