Skuggar av komandi hendingum

Jóhs.M.Olsen
----

Fyri tíðina er almykið orðaskiftið um eitt serstakt vinnumál í landinum, undir orðaskiftinum á Løgtingi, sum hevur tykið málið upp, stríddust tingfólk fyri sínum sjónarmiðum fyri og ímótið, nøkur v.m.a. at ávara um vannlukkuligar fylgir um málið var samtykt, sum tað var framsett.
Tað er als ikki um umrødda serstaka mál eg her hugsi um, heldur viðgerðir í øðrum máli á Føroya Løgtingi, sum hvørt ár byrjar setuna við orið Guðs, tað hevur og er ein aftruvendandi góður sigur á Føroya Løgtingi.
Skuggarnir av hendingum uttan um okkum fyri tíðina t.d. í skandinavien benda á viðgerðir og viðmælir, um útskiftan av okkara fedrana Guði, eins og søgan sigur frá áður er hent í mongum tjóðum.
Eitt eldri dømi um hettar er fólki vit fyngu orð Guðs frá. Tey vistu og kendu lívsins meginreglur. Men til tíðir vendi sær frá teimum, til aðrar, tar somu hini uttanum tey høvdu, har tann livandi Guð bleiv vanvirdur. Ein av kongum Ísraels Akab, sum skriftin sigur reitti tann livandi Guð upp í vanntrúgv, ólevna og var verri enn allir teir undan honum, hann fekk ein dag vitjan av Elia profeti, sum gav honum boð um hvat hereftir kom at henda, at Himmalin bleiv stongdur fyri regn í áravís.

Kong Akab hevði tykið sær fremmanda konu Jesabel til drottning úr nábúlandinum, hon kom ikki áleina til Ísraels,men hevði við sær hundratals bálsprofetar, sum ikki hildu av vegnum fyri Ísraels Guði, útintu sítt virkið beindu fyri Guðs profetum, alt gjørdist nú meir rúmsátt, kongur bedróg seg sjálvan og harvið fólkið.
Á Karmelfjallinum (1.kong.18;) samdist Akab við Elia um, at ein heimsmeistara kampur skuldi fara fram um hvør í var Guð. útfalli er alment kent, men hugsa um lands og fóksins prís. av hesi fyrireiking.

Guðs byggjisamtykt er ikki til viðgerðar, hon var og er óbroytulig, hann hevur ongan B-plan í so máta, men bjóðar óavmarkaða náði í staðin, ímóti okkum meniskjum.
Lívsins mest áhugaverdi prioritetur er, íðinskapur fyri Guði – hann sum gav lívið gav eisini lívsins lógir, tær hevur skandinavin fuska við – okkara aldargamla Ting hevur haft virðing fyri hesum lógum enn, hóðast røddir um tað mótsatta í landinum hava verið at hoyrt – men sambært hendingum og nýggjastu signalun av Tinghúsvøllinum og aðrar staðir, er eitt og annað, sum bendir á slógirnar um, niðurlagin av Guðs fyriskriftum og umprioriteringum.
Ein sera relivantur spurningur fólksins kundi t.d.verið: Hvagar gongur leiðin? Um so er.