Orla virðislønin er einasta danska virðisløn, har børn sjálvi gera av, hvør skal vinna.
Bókin snýr seg um stummu gentuna, Annu, sum verður illa happað í skúlanum, og sum onga mammu hevur, men býr við pápanum í einum vakstrarhúsi. Ein dagin hoyrir hon mammuna rópa á seg, men rópið hoyrist bara innan í henni. Hon veit, at mamman er í vanda og fer at leita í Náttarlandinum saman við besta vini sínum, Aiani.