Í hesum døgum, meðan vit fyrireika okkum til sólarmyrkingina, hugsa nógv av okkum um, hvar er best at vera fríggjamorgunin, so vit síggja stórhendingina so væl sum gjørligt.
Ein røð av skuggakortum eru tøk á heimasíðuni solareclipse.fo, sum vísa, hvar í Føroyum vit kunnu vænta gott sýni útyvir sól og landslag, um tað annars er klárt í veðrinum teir báðar tímarnar frá sólarmyrkingin byrjar kl 8:38 til hon endar umleið kl 10:47.
Skuggakortini eru m.a. eisini at síggja í nýggju serframsýningini á Tjóðsavninum, Brekkutún 6 í Hoyvík, sum lýsir stórhendingina tann 20. mars umframt søguligar sólarmyrkingar.
Skuggakortini eru framleidd av Michael Zeiler, sum er heimsserfrøðingur í at tekna kort til sólarmyrkingar, bæði rásir fyri sólarmyrkingar og t.d. skuggakort. Tey føroysku skuggakortini byggja á hæddarmodel fyri Føroyar, har sólarhædd og vinkul eru løgd inn fyri tíðirnar, tá sólarmyrkingin byrjar kl 8:38, fullu sólarmyrkingina umleið kl 9:40 og tá sólarmyrkingin endar umleið kl 10:46. Kortið vísir, hvar skuggin fellur hesar tríggjar tíðirnar.
Ætlanin við kortunum er at stuðla fólkum í at finna góð støð kring alt landið til at eygleiða sólarmyrkingina longu frá byrjanini kl 8:38. Við hesum fyri eyga er ein listi gjørdur yvir bygdir kring alt landið, sum vísir, hvørjar bygdir koma til at síggja sólarmyrkingina, tá hon byrjar kl 8:38 og kl 9:40, tá fulla sólarmyrkingin fer fram.
Ein feilur er komin inn á listan um bygdina Dalur, sum hevur gott útsýnið til sólina kl 8:38 og kl 9:41. Hesin feilur er nú rættaður.
Tað kann hugsast, at aðrir feilir tykjast vera í bygdalistanum. Hetta kemur av, at listin yvir bygdir kann vera trupul at gera, tí grundkortið er grátt og ofta fellur skuggin bert yvir partar av eini bygd ella dalin, har bygdin liggur. Bygdalistin er tí ætlaður til at varpa ljós á skuggakortið og á tann hátt eggja fólkum til sjálvi at hyggja eftir kortinum og í góðari tíð finna hóskandi støð har tað ber til at eygleiða ikki bara sól og mána, men eisini hava gott sýnið útyvir landslag og havið, um tað er gjørligt longu kl 8:38.
Við umhugsni ber lættliga til at finna støð har sólarmyrkingin og landslagið kunnu eygleiðast væl, um veðrið annars verður klárt.