Skuffandi fyri Massa

 

Felipe Massa, ið hevur verið skjótastur alt vikuskiftið, bíðaði til í síðstu løtu, við at royna at seta ein veruliga skjóta tíð. Men hetta gjørdist eitt sindur for trýst fyri brasiliumannin, ið koyrdi um ein kantstein við ov nógvari ferð, og sostatt ikki megnaði á mál. Hann byrjar, tí í 16. byrjunarstøðu í morgin.

 

Annar partur av tíðarkoyringini, áðrenn formil 1 koyringina var ikki gamal, tá Ralf Schumacher sera spakuliga koyrdi í pittin við tøkniligum trupulleikum. Hann fekk tí ikki veruliga roynt seg fyrr enn í allar síðstu løtu, tá hansara bilur kom inn millum teir 10, ið sluppu víðari til triðja part.

 

11 Anthony Davidson Super Aguri-Honda

12 Nico Rosberg Williams-Toyota

13 Heikki Kovalainen Renault

14 Jenson Button Honda

15 Alexander Wurz Williams-Toyota

16 Felipe Massa Ferrari