-Skuffandi

Fótbóltsprát

Debutanturin, Ingi Højsted, var alt annað enn nøgdur við sítt avrik í sínum fyrsta landsdysti. ? Tað hevur gingið rættiliga væl hjá mær seinastu dystirnar í Arsenal, og eg føli meg væl fyri, og tí var avrikið hjá mær skuffandi í dag, segði Ingi Højsted eftir dystin ímóti Kasakstan.
Spurdur um hann kendi, at eitt ávíst trýst var á honum, svarar Ingi, at tað plagar ikki at ávirka hann. Arsenal leikarin ásannar, at tað serliga í byrjani gekk illa at fáa glið á spælið á miðvøllinum, og at hann hevði torført at spæla seg uppaftur, og at hann misti ov nógvar bóltar í uppspælinum.
Á venjingarleguni í Spania í februar gekk rættiliga væl hjá Inga, og hann var tí rættiliga uppsettur undan dystinum ímóti Kasakstan at vísa, hvør dugur er í honum, so hann kundi gera galdandi til dystirnar ímóti Íslandi og Týsklandi.
- Eftir avrikið í dag eri eg ikki vísur um eg fái boð til dystirnar í juni, men eg vóni tað sigur Ingi Højsted at enda.