Ikki øll eru eins fegin um fyriskipanina av ólavsøkuni. Andreas Sigurstein frá KFUM skótunum í Havn er sera ónøgdur við politikkin hjá býráðnum viðvíkjandi søluloyvum. ?KFUM skótarnir hava havt sítt fasta pláss her á Vaglinum í eini 25 ár. Eg trúgvi, at vit eru millum teir felagsskapirnar, sum hava verið oftast á ólavsøku,? sigur Andreas.
?Men nú umhugsa vit, um vit skulu steðga, tí tað verða útgivin so ræðuliga nógv loyvir at selja. Og loyvir til at selja akkurát tað sama. Tað er stórt spell, bæði tí at kakan verður skorin í nógv smærri stykkir, men eisini tí at eingin endurnýggjan kemur í søluútboðið,? sigur ein ikki sørt ørkymlaður Andreas.
?Okkara søla er minkað á hvørjum ári. Nógvar av teimum nýggju sølubúðunum eru privatar, og tað haldi eg eisini er spell fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, ið verður gjørt fyri ítróttar- og frítíðarfeløg,? sigur Andreas.