Øskudálkingin broytist ikki stórvegis

Tað eru ikki nakað serligt av broytingum at hóma í, hvussu øskan frá eldgosinum í Íslandi fer at breiða seg næsta samdøgurið. Men møguleikin fyri, at Atlantsflog sleppur til Noregs, eru góðir

Tað sæst á kortinum, sum er galdandi til klokkan 6 í morgin árini

Kortini sæst, at útlit eru til, at loftrúmið yvir Føroyum verður klárt í morgin og tann møguleikan ætlar Atlantsflog at brúka til at gera eina ferð til Noregs í morgin, har tað eisini er útlit fyri klárari luft.

Tað er fyri at geva ferðafólki ein møguleika at koma inn á fastlandi, so at tey sjálvi kunnu syrgja fyri flutningi víðari og samstundis kunnu fólk uttanlands, sum vilja heim aftur við, leita til Noregs.

Hugsað verður um at flúgva antin til Bergen ella til Oslo, men avgerðin um tað verður tikið sum dagurin líður

Kortið verður lisið soleiðis:

Ymisku litirnir á kortinum vísa á hvørjari hædd skýggið er.

Reytt = Frá vatnskorpuni og til 6.5 km hædd

Grønt= Frá 6.5 km og til 11 km hædd

Blátt = Frá 11 km og til 16.5 km hædd