Skrúvubløðini skulu kannast

- Tað hevur víst seg seinastu tíðina, at fiskiskapurin á grunnum vatni roynist ikki, men betur ber til at djúpum, sigur útgerðarmaðurin hjá Faroe Origin, Ingi Hansen.

 

 

Í morgun kom ísfiskatrolarin, Falkur, inn um Havnarmola. Skipið skal takast upp á bedingini hjá Mest, har skrúvubløðini skulu kannast og umvælast. Hetta er nakað, sum verður gjørt við nøkrum árum ímillum. Skrúvubløðini á Heyki, sum er makkarin hjá Falki, skulu eisini kannast. 

 

Útgerðarmaðurin, Ingi Hansen, sigur, at tað skal so ógvuliga lítið til, áðrenn ljóð frá skrúvuni á trolarum kann órógva fiskiskapin. Heykur og Falkur hava altíð fiskað væl, og teir hava ligið í oddinum millum ísfiskatrolarar. Men, seinasta hálva árið hevur verið hildið, at skrúvan á øðrum skipinum órógvar.

 

- Tað kann vera trupult at staðfesta, um okkurt er, sum tað ikki skal vera, men umborð á Falki hava teir hildið seg følt onkrar ristingar í skipinum, ið ikki skulu vera har. Tí er ætlanin at umvæla skrúvubløðini á báðum skipunum, og hetta fer helst at taka einar 12-14 dagar.

 

Ingi Hansen vísir á, at illgrunin serliga hevur verið, tá roynt hevur verið á grynri vatni, og tað er serliga tá, at óljóð kann órógva fiskiskapin. Hinvegin hevur gingið betur, tá skipini hava fiskað á djúpum vatni, sum nú, tá tey komu aftur av túri við góðari last av blálongu.

 

- Í slíkum førum, tá skrúvubløðini verða kannað og umvæld, verða tey vanliga send niður til Danmarkar, og tá kunnu vit vænta, at tað tekur einar 12 dagar, til skrúvubløðini eru heima aftur. 

 

Útgerðarmaðurin vísir á, at tað er ikki so langt síðan, at Falkur fekk trolið um skrúvuna, og hetta kann hava gjørt okkurt við skrúvubløðini. Tað er ikki altíð, at slíkt sæst við berum eygum, og tí mugu kanningar og møguligar umvælingar gerast hjá veitaranum.

 

- Vanligt slit kann eisini gera, at skrúvubløðini gerast ósløtt, og tá bløðrur seta seg á tað óslætta á bløðunum kann hetta geva ljóð frá sær, sum aftur kann órógva fiskiskapin, serliga á grynri vatni, sigur Ingi Hansen, útgerðarmaður.

 

Dømir eru um trolarar, har hildið varð, at skrúvan gav so nógv óljóð frá sær, at onnur skip ikki vildu vera í námindi av teimum.

 

Faroe Origin, sum eigur Heyk og Falk, hevur havt kavarar niðri, men sum skilst er trupult at staðfesta, um okkurt er sum órógvar. Tí verða skipini nú tikin upp á beding, har skrúvubløðini verða kannað og mett verður, hvat skal gerast.