- FNU fegnast um aðalorðaskifti, men harmast um uppleggið hjá landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum.
Tað sigur Føroya Náttúru-og Umhvørvisfelag í tíðindaskrivi í kvøld.
Felagið vísir á, at nú løgtingið hevur aðalorðaskifti um einskiljing av landsjørðini, vil felagið mæla frá, at eitt mál av slíkum týdningi verður skrumblað ígjøgnum uttan at neyðuga fyrireikingararbeiði er gjørt.
- At einskilja landsjørðina í Føroyum er alstórt inntriv í føroyska náttúru og mentan.
FNU vísir á, at einskiljing av landsjørðini hevði givið løtuvinning í landskassan, men samstundis hevði hetta økt figgjarliga trýstið á landbúnaðin.
- Royndirnar vísa, at hetta aloftast hevur við sær, at lendisnýtslan verður minni burðardygg.
Felagið heldur, at í staðin fyri at leggja seg eftir hesum stokkutta løtuvinningi, má farast undir at skipa lendis- og búnaðarviðurskifti.
- Hetta eigur at gerast soleiðis, at tey, sum fáast við jørð og landbúnað í Føroyum, fáa sømulig kor at virka undir og góðar umstøður at framleiða dygdagóðar landbúnaðarvørur á burðardyggan hátt.
FNU heldur, at eisini eigur ein tíðarhóskandi náttúrufriðingarlóg at koma í gildi, ongantíð ov skjótt.
- Avleiðingin av einskiljing eftir tí leisti, sum lagt er upp til, kann lættliga gerast, at føroyska tilfeingi á landi verður miðsavnað á fáum hondum, eins og gongdin er á fiskivinnuøkinum.
Felagið heldur, at hetta verður ikki føroyskari náttúru, bóndum ella føroyingum sum heild at gagni.
- Ein lendisætlan fyri Føroyar eigur at tryggja 1) Lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum, 2 At tað eru fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, ið hava avgerðar-, ognar-og brúksrættin til Føroyar og at - 3) Bæði Føroya náttúra og føroyska landbúnaðarjørðin verða vard á hóskandi hátt.