Liverpool-verjuspælarin Martin Skrtel noyddist av vøllinum við skaða í dystinum í Manchester City í gjár. Nú stúra tey í Liverpool fyri, at hann er álvarsliga skaddur í knænum. Skrtel skuldi í dag til nærri kanningar á sjúkrahúsi fyri at staðfesta, hvussu standurin var í knænum. Martin Skrtel hevur vunnið plássið í miðverjuni hjá Liverpool frammanfyri danan Daniel Agger, sum nú kann rokna við at fáa kjansin aftur.