Skrtel kann fáa leikbann

Stóri miðverjin er komin í trupulleikar eftir dystin ímóti Manchester United

Klassiskarin ímillum Liverpool og Manchester United í gjár var ein av teimum heilt hendingarríku dystunum. United vann 1-2, men stóra hendingin, sum fólk framyvir fara at minnast best, var reyða kortið, ið Steven Gerrard fekk bert 40 sekund aftaná, at hann var komin á vøllin. Gerrard fær helst tríggjar dagar leikbann fyri sína brotsgerð, men nú er greitt, at ein annar Liverpool-leikari eisini kann vænta sær leikbann.

 

Í endanum av dystinum traðkaði slovakiski Liverpool-miðverjin, Martin Skrtel, púra fyrilitsleyst á beinið hjá David de Gea, United-málverja. Enska fótbóltssambandið, FA, kunnger í kvøld, at teir fara at gera eina sak burturúr hesari hendingini. Martin Skrtel hevur til klokkan 18 í morgin at greiða frá til fótbóltssambandið, hví hann gjørdi, sum hann gjørdi.

 

Um Skrtel verður dømdur sekur, kann hann helst vænta sær leikbann í tríggjar dystir.