Eisini roknskapurin fyri Húsalánsgrunnin er lagdur fram til góðkenningar av løgtinginum fyri árini 1993-96, og løgtingsgrannskoðanin hevur gøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum.
Og í viðmerkingunum til uppskotið, sum lagt er fyri tingið, siga teir fýra løgtingslimirnir í landsgrannskoðanini, at víst hevur verið á, at grunnurin í fleiri førum ikki hevur sett fram krøv móti gomlu eigarunum, tá hús eru seld á tvingsilssølu, og grunnurin hevur ikki fingið fulnað fyri veitt lán.
? Men hesi viðurskifti eru síðan komin í rættlag, verður sagt í viðmerkingunum.
Skipaðar hættir
Og roknskapargrannskoðanin vísir á, at tað er neyðugt, at skipaðir framferðarhættir verða nýttir, tá metingar skulu gerast av, um grunnurin skal keypa hús á tvingsilssølu, og mælir til at gera eina skrivliga mannagongd viðvíkjandi hesum.
? Eisini hevur verið víst á, at skrivligar reglur og mannagongdir hava vanta á so at siga øllum økjum, frá tí at umsóknin kemur til grunnin og til eitt lán verður útgoldið, og hevur verið mælt stýrinum til at áseta reglur hesum viðvíkjandi, verður sagt.
Uppskot
til viðgerar
Løgtingsgrannskoðanin hevur síðan fingið at vita at uppskot til tílíkar reglur eru til viðgerar í grunninum. Grannskoðanin hevur eisini mælt til, at ein fíggjarleiðari verður settur at hava ábyrgd av bókhaldinum, umsiting av lánum, uppsetan av roknskapi, fíggjaræltan v.m.
Og at enda verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið sum er lagt fyri tingið til góðkenningar, at landsstýrismaðurin hevur spurt stýrið um, hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at betra um viðurskiftini, og hevur stýrið latið landsstýrismanninum eina frágreiðing um hetta, sum hann hevur tikið til eftirtektar.