Tvær snøggar føroyskar skrivibøkur eru júst útkomnar. Onnur er ?Bøkur mínar? og er ein lesidagbók.Hin bókin eitur ?Krutl og klór? og er 192 blankar síður. Lesidagbókin ?Bøkur mínar? er ætlað øllum teimum, sum vilja hava eitt sindur meira burtur úr at lesa tær bøkur, sum tey nú einaferð lesa í ymsum høpi.
Hin bókin eitur ?Krutl og klór? og er stutt sagt 192 blankar síður at fylla við alt eftir hugi, tað kann vera við at yrkja ella tekna, til bindi- ella mat-uppskriftir, til viðmerkingar, notur, hugleiðingar, ella til at skriva øll tíni góðu hugskot í. Tú avgert sjálv/ur innihaldið.
Bøkurnar eru tær fyrstu í eini røð av prentlutum og øðrum amboðum til skriving, lesing o.a. sum nýggja felagið, Fransiska, við Honnu Jensen, gevur út. Hanna Jensen sigur, at hon altíð hevur nýtt bøkur at skriva og krutla í, bæði í sambandi við skúla og arbeiði, men at hon hevur saknað føroyskar kvalitetsvørur til endamálið.
?Vit hava lagt stóran dent á sniðgevingina og at bøkurnar eru vakrar og smartar,? sigur Hanna Jensen.
Hanna Jensen greiðir frá, at Fransiska var fríggjadagsnavnið hjá ommuni, sum hon sjálv eitur eftir. Ikki einans hevur felagið hjá Honnu navn eftir ommuni, men permurnar á teimum báðum fyrstu útgávunum eru eisini prýddar við føroyskum bindimynstrum, sum omman hevur bundið.
?Eg kenni meg knýtta at navninum og eri glað um at kunna nýta tað í einum høpi, har eg kann tvinna saman føroyska mentan, binding, søgu, mál og bókmentir,? sigur Hanna.