Skrivið á føroyskum tað er best fyri Føroyar!

Fyri kortum sendi landsstýrismaður eitt skriv til ráðharra í Danmark - á føroyskum - sjálvandi!

Men spurningurin er um tað er so klókt. Tí vandi er fyri, at móttakarin als ikki dugir at lesa brævið.


Loysingarpolitikkur

At loysingarsamgongan nú krevur, at øll onnur skulu lesa føroyskt og helst eisini svara okkum aftur á føroyskum, eru sjálvandi øll her á landi glað ivir. Tí nú má vera liðugt hjá okkum at læra okkum nakað fremmant mál. Vit kunnu hereftir blaka allar útlendskar bøkur burtur, ella brenna tær - spilluna - sum onkur gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Øll hini kunnu bert læra seg føroyskt, og tey kunnu byrja við ð.


Fíggjarligur møguleiki?

Møguliga kann mentamálaráðharrin bjarga fullveldiskollapsinum fíggjarliga, við at geva skeið á føroyskum til allar milliónirnar av fólkum, ið nú koma higar at læra seg føroyskt, av tí at landstýrið nú er farið at ?kommunikera? á føroyskum máli á ?internationala leikpallinum?.


Stokkut var gleðin

Men ?tíverri? skuffaði Landsstýrið álvarsliga. Í Dimmu ídag er at lesa eitt skriv frá Føroya Landstýri - á enskum máli. Tað hevði lyndi at trútna kring eyguni! Ein spyr seg sjálvan, hvat meiningin er? Hví svíkir loysingar landsstýrið føroyska málið á slíkan hátt? Mitt í fullveldissvansinum?

Er nakað í vegin við at senda eitt skriv til NATO ovastan á føroyskum?.

Eg vil so vóna, at ST aðalskrivarin, Kofi Annan, fekk skrivið frá føroya landsstýri á skærum føroyskum máli!

Í hesi loysingartíð kunnu vit rokna við, at tá ið ein danskur ráðharri kann lesa føroyskt, so kunnu bæði NATO ovastin og ST aðalskrivarin enn betur lesa føroyskt. Tí í eini fullveldistíð er danin tann býttasti av teimum trimum. Og uttan nakað kjak stendur føroyingurin omanfyri allar og øll hini.

Áheitan

Sum Sambandsmaður fari eg hervið at heita á Føroya Landstýri um at kommunikera við øll útlendsk lond og stjórnir á føroyskum máli - bæði í skrift og talu. Tað tænir føroysku tjóðini best. Tað hava úrslitini higartil víst.


Vinarliga Marjus Dam, Løgtingsmaður