Skrivar spanska søgu

FC Barcelona skrivaði í gjárkvøldið spanska fótbóltssøgu, tá felagið gjørdist tað fyrsta, ið megnaði at vinna bæði spanska meistaraheitið, sponsku steypakappingina og Champions League

Tá Manchester United í 1999 vann Champions League, var tað trumfurin á einum ári, ið longu frammanundan hevði givið orsøk til stóran fagnað, tí felagið frammanundan hevði vunnið bæði lands- og steypakappingina. Júst tað sama – við sponsum forteknum – endurtók FC Barcelona í gjárkvøldið.

– At vit eru fyrsta spanska felag, sum megnar at vinna allar tríggjar kappingarnar sama ár, verður torført at liva upp til eina aðru ferð. Men við hesum hava vit fyri altíð skrivað okkum í sponsku søgubøkurnar, segði franski landsliðs- og FC Barcelona-spælarin, Thierry Henry.

Manchester United byrjaði dystin best, men eftir leiðslumálið hjá FC Barcelona í 10. minutti vendi dysturin fullkomuliga, og áskoðararnir vóru vitni til eitt klassadømi um, hvussu ferð, snildi og tamarhald í fótbólti kunnu ganga upp í eina hægri eind, tá FC Barcelona við uppvísningsfótbólti basti Manchester United.

Langar løtur mestsum parkeraði spanska liðið á vallarhálvuni hjá United, og hóast tað var dømi um dygdirnar hjá vinnarunum, læt tað seg partvíst eisini gera, tí enska liðið í stóran mun hevði ein óvæntaðan, passivan leiklut. Men kanska megnaði Manchester United í gjárkvøldið snøgt sagt ikki at gera nakað við FC Barcelona.


Long veitsla

– Teir vóru betri í seks og kanska sjey minuttir, men síðani áttu vit dystin. Tað kundi ikki verið betri, staðfesti miðvallarin, Andrés Iniesta, sum tóktist ótroyttiligur og stóð fyri tí nógva av kreativitetinum í meistaraspælinum hjá Barca.

Eisini Thierry Henry viðurkendi, at byrjanin ikki var serliga góð, men at Manchester United sum einki kundi lagt seg á odda ta fyrstu løtuna:

– Tíbetur hevði Victor Valdés eina fantastiska bjarging, so tað ikki hendi, og eftir hetta styrknaðu vit og vunnu at enda, segði Henry.

– Hetta er ein fantastiskur sigur fyri meg persónliga, tí nú havi eg bíðað so øgiliga leingi eftir at vunnið Champions League. Eg dugi framvegis ikki at fata, at hetta er veruleiki.

Fyri framman stóð tað heilt stóra veitsluhaldið hjá FC Barcelona, sum í fyrsta umfari mátti halda seg til at fegnast í Rom, men í dag skuldi veitslan í stórum stíli hildið fram, tá FC Barcelona kemur heimaftur til Spania.

– Eg fari at feira sigurin saman við mínum vinum, sum hava stuðlað mær so leingi. Hvussu long veitslan verður, tori eg ikki at siga, men tað er ikki óhugsandi, at vit halda á í alt summar. Vit vita nóg illa enn, hvat vit í kvøld hava verið partur av, segði Thierry Henry.

Heldur ikki Andrés Iniesta tóktist í gjárkvøldið at hava fatað, hvat honum og liðfeløgunum hevði verið fyri á Stadio Olimpico í Rom:

– Vit eru bestir. Tað finnast ikki orð, ið til fulnar kunnu greiða frá hesum. Hetta er tann fullkomni endin á einum heilt ótrúligum kappingarári, segði hann.