Kjell Magne Bondevik, sum noyddist frá sum norskur forsætisráðharri í heyst, fer at geva sínar endurminningar út í bók. Aftenposten skrivar, at tað stóra forlagið Aschehoug hevur boðið sæt til at geva bókina út.
Forlagið hevur latið Bondevik eitt skrivstovuhøli, og har situr hann um dagarnar og tosar endurminningarnar inn á band. Starvsfólk hjá forlagnum skriva so upptøkurnar inn á teldu. Tann 58 ára gamli Bondevik hevur verið politikari í 33 ár, og hann hevur eina rúgvu av skjølum, sum hann noyðist at hyggja í, nú hendingarnar skulu festast á band og síðani á blað.
Kjell Magne Bondevik var ráðharri í stjórnunum hjá Kåre Willoch og Jan P. Syse, og sjálvur var hann forsætisráðharri í tveimum skeiðum - fyrru frá frá 1997 til 2000 og seinnu ferð frá 2001 til 2005.










