Skrivar bók um Pál

Bretski ítróttarjournalisturin og rithøvundurin Rod Gilmour er hesa vikuna á vitjan í Føroyum, og tað er í sambandi við, at hann er farin undir at skriva eina bók um føroyska svimjaran Pál Joensen.

 

Tað veit heimasíðan svimjing.com at siga

 

Rithøvundurin og ítróttarjournalisturin úr Onglandi, Rod Gilmour, skrivaði eina grein í The Telegraph um Pál Joensen eftir 1500 meturin í London. Hóast Gilmour tá staðfesti, at tað gek alt annað enn væl hjá Páli, hevði hann eisini nógv rósandi orð at bera føroyska úrmælinginum.

 

Sum skilst hevur Rod Gilmour fylgt við menningini hjá Páli líka síðani EJM í Beograd í 2008.

 

Nær bókin um svimjaran úr Vági er liðug, er ikki greitt.