Skrivar bók um Madeleine-málið

Gonzalo Amaral, sum stóð fyri kanningunum í málinum um Madeleine McCann, skrivar nú bók um málið. Millum annað vil hann vera við, at gentan er deyð Gonzalo Amaral er portugisiskur løgregluovasti, og eitt skifti stóð hann fyri kanningunum í sambandi við tilburðin, tá Madeleine McCann hvarv tann 3. mai í fjør.

Nú sigur hann, at hann er í ferð við at skriva eina bók um málið og kanningarnar, og hann sigur longu nú, at har verður okkurt, sum fer at elva til mikið kjak. Eitt nú heldur hann, at Madeleine McCann er deyð.

Portugisiska løgreglan fer ætlandi í dag at kunngera, at hon er givin at kanna málið um Madeleine McCann, og at tað verður lagt til viks nú.