Ein av teimum amerikonsku hermonnunum, sum vóru í Pakistan og beindu fyri Osama bin-Laden, hevur nú skrivað eina bók um hendingina. Bókin, sum eitur "No Easy Day", kemur út tann 11. september, tá 11 ár eru liðin síðani álopið hjá World Trade Center og Pentagon.
Hermaðurin, sum hevur skrivað bókina, brúkar ikki sítt borgarliga navn í sambandi við bókina ella útgávuna, men nevnir seg við dulnevninum Mark Owen. Hann var í teirri servandu deildini Navy Seals, men er ikki í herinum longur.
Amerikanska stjórnin hevur verið fyri atfinningum fyri at lata fjølmiðlum upplýsingar um drápið á Osama bin-Laden og ymiskt í tí sambandi. Men sambært BBC hava embætismenn í Hvítu Húsunum og CIA sagt, at teir kenna einki til inihaldið í teirri nýggju bókini. Sambært keldunum er tað ikki útilokað, at myndugleikarnir fara at stevna høvundinum fyri at hava almannakunngjørt hernaðarlig loyndarmál.