Skriva undir rakettverjusamstarv

USA fær nú endaligt loyvi at seta ein part av rakettverjuskipanini upp á polskari jørð Amerikanskir og polskir embætismenn fara í dag at skriva undir eitt skjal, sum sigur, at tey bæði londini eru samd um, at USA skal sleppa at seta ein part av sínari rakettverjuskipan á polska jørð.

Afturfyri hava amerikanarar boðið Póllandi eitt ávíst samstarv á hernaðarøkinum. Tað siga keldur, sum standa polska forsetanum, Donald Tusk, nær. Eitt nú vilja keldurnar vera við, at sambært avtaluni hevur USA játtað at koma Póllandi til hjálpar hernaðarliga, um landið verður álopið.

USA ætlar at seta partar av teirri umstríddu rakettverjuskipanini upp í Póllandi.

USA sigur, at verjuksipanin hevur til endamáls at forða rakettálopum úr fíggindalondum so sum Iran og Norðurkorea. Russland er hart ímóti amerikonsku ætlanini og hevur hótt við at venda sínum álopsrakettum ímóti Vesturheiminum, um amerikanska ætlanin verður framd í verki.