Tað verður ein serligur dagur á Húsum í morgin, tá politikarar, fjølmiðlar og onnur savnast í skúlanum í lítlu bygdini til tað, ið verður byrjanin av endan av Húsar kommunu.
Skúlin verður nevniliga karmur um undirskrivingina av sáttmálanum um samanlegging av Klaksvíkar og Húsa kommunu.
Tað verða Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Magni P. Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu, ið fara at skriva undir sáttmálan.
Til staðar verður eisini landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, ið skal góðkenna sáttmálan, ið hon fær handað sama dag.
Sáttmálin kemur tó ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2017.

Mynd: Klaksvíkar kommuna
Skriva undir byrjanina til endan

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna