Skrivaðu sponsorsáttmála

Havnar Svimjifelag hevur fyri fyrstu ferð gjørt sponsorsáttmála, og tað er tað Suðuroyar Sparikassi, sum er við í nýskapandi avtaluni

Hjá nógvum av ítróttafeløgunum her á landi, hevur tað í nógv ár verið vanligt, at tey á ymsar hættir hava verið stuðlað av vinnulívinum, soleiðis at tað fíggjarliga gerst lættari at reka feløgini.


Ikki lokkandi

Eitt undantak í so máta hava verið svimjifeløgini, og orsøkin til hetta hevur eisini verið nóg so eyðsýnd. Meðan tað hjá eitt nú fót- og hondbóltsleikarum ber til at prenta búmerki hjá stuðlum á búnarnar, kunnu svimjarar ikki á sama hátt hava bjóða hendan møguleika, og tí er hetta als ikki so lokkandi hjá sponsorum.

Hóast Suðuroyar Sparikassi nú hevur brotið upp úr nýggjum á økinum, merkir hetta tó ikki, at vit í framtíðini fara at síggja svimjarar við tatoveraðum búmerki á kroppinum. Hinvegin inniber avtalan, at stuðulin fær búmerkið við í teimum tiltøkum, sum svimjifelagið skipar fyri, og sammett við undanfarin ár eru hesi ikki so fá í tali.

Tá svimjikalendarin fyri komandi ár varð lagdur til rættis, eydnaðist havnarfólkunum at fáa eitt nógv størri tal av kappingum í sín part, og hetta hevur so sjálvandi bøtt um møguleikan at fáa ein stuðul.


Betra elituna

Á tíðindafundi fríggjadagin varð annars greitt frá, at størsti parturin av stuðulsupphæddini skal nýtast til at betra um støðið hjá fremstu svimjarum felagsins.

Ætlandi skulu hesir fáa betri venjingarumstøður, sum fyrst og fremst skulu koma til sjóndar í dugnaligum venjarum, soleiðis at seinasta stigið móti toppinum kann takast.

Breiddin í felagnum er annars eisini sera stór, og leiðslan í felagnum vónar eisini, at stuðulin kann koma teimum til góðar, hóast hesin partur av virkseminum ikki er so peningakrevjandi sum elitan.

Eitt nú vóna teir at kunna víðka um útboðið av tilboðum, soleiðis at svimjingin kann raka eitt enn størri tal av íðkarum, og yvirhøvur er tykist leiðslan at miðja móti einari miðvísari øking av felagnum, sum í dag telur knappliga 600 limir.18.30, og í morgin venja teir kl. 11.00