Mánadagin 15. juni er seinasta freist at lata inn leikrit til skrivikappingina ”Skriva ein sjónleik til børn”. Tað er Dramaverkstaðið, sum bjóðar øllum at taka lut í kappingini um at skriva ein sjónleik til børn. Kappingin er stuðlað av FUR, MáF og Mentamálaráðnum.
Dramaverkstaðið sigur, at fleiri leikrit eru innkomin, men at verkstaðið við spenningi bíðar eftir at síggja fleiri.
Endamálið er at fáa til vega fleiri føroyskar sjónleikir til børn, sum kunnu spælast av børnum ella barnsligum sálum. Málbólkur er børn millum 8–12 ár. Longdin á leikinum kann vera millum 15–30 minuttir til longdar, men tað er einki krav.
Ein dómsnevnd avgerð hvør sjónleikur fær 1., 2., og 3. virðisløn, ið eru á ávikavist 15.000 krónur, á 10.000 krónur og 5.000 kr. Vinnararnir verða kosnir í september 2009, og øll, ið hava verið við í kappingini, fáa boð so skjótt, sum avgerðin er tikin.
Leikritini skulu sendast til Dramaverkstaðið áðrenn 15. juni.










