Søga
Vágar:Søgan um samferðsluna vestur í Vágar skal savnast á einum stað. Ætlanir eru um at geva eina bók út um evnið.
Ein teirra, sum hevur birt upp undir tiltakið, er Dánjal Poulsen, sum er vágamaður búsitandi í Havn. Hann er ættaður úr Vatnsoyrum.
Dánjal Poulsen sigur, at hugskotið spratt upp undir Vestanstevnuna seinast, samstundis sum Vágatunnilin var komin væl áleiðis. Samstarv varð tikið upp millum Miðvágs Fornminnisfelag og Dánjal Poulsen, og ein framsýning kom upp á Ellisheiminum á Vestanstevnu.
Tá tunnilin lat upp í december í fjør, varð sama framsýningin sett upp aftur á Giljanesi. Hesaferð var tað Lions Club Vágar, sum stóð fyri.
Dánjal Poulsen sigur, at nú rímiliga nógv tilfar er tókt, er nærliggjandi at hugsa, at tilfarið skal gevast út í bók.
Ætlanin er at fara víða, sigur Dánjal Poulsen. Eitt er søgan um fasta sambandið, sum er áhugaverd. Men hon er bara ein heilt lítil partur av samferðslusøguni hjá vágafólki. Ætlanini er at fara langt aftur í tíðina, sigur hann.
Dánjal Poulsen leggur dent á, at ætlanin er at skriva søguna hjá øllum økinum. Tað vil siga bæði Vágum og Mykinesi. Eisini skulu smáu bygdirnar, sum verið hava í Vágum, Slættanes og Víkar, takast við, sigur hann.
Evnið verður býtt upp í fleiri partar. Bæði flutning um Vestmannasund, ta tiltiknu Vesturleið, bygdargøtur í Vágum og ikki minst flogferðsluna.
?Júst flogferðslan fær ein stóran part í hesi søguni, sigur Dánjal Poulsen.
Hóast hugskotið er komið í samstarvi við Miðvágs Fornminnafelag, eru eisini onnur áhugað í at halda fram. Eitt nú Sørvágs Bygdarsavn og einstaklingar, eins og áhugi eisini tykist vera í Sandavágs Fornminnisfelag, sigur Dánjal Poulsen.
Tað er kostnaðarmikið at fara undir slíka verkætlan, sigur hann, og tí eru umsóknir sendar stovnum og feløgum um fíggjarligan stuðul. Eitt nú hava kommunurnar í Vágum fingið áheitan um fíggjarliga stuðul, sigur Dánjal Poulsen.