Skrivaði kærleiksbrøv til 12 ára gamlan drong

Amerikanska løgreglan sigur seg hava funnið fleiri kærleiksbrøv, sum tónleikastjørnan Michael Jackson hevði skrivað einum 12 ára gomlum drongi.

Sambært amerikanska sjónvarpinum Court-TV og bretska blaðnum Daily Mirror funnu løgreglumenninir brøvini, tá teir fyri nøkrum døgum síðani rannsakaðu húsini hjá Michael Jackson, Neverland.

Sambært sjónvarpinum og blaðnum vóru brøvini stílað til tann 12 ára gamla Gavin Arvizo, sum hevur skuldsett Michael Jackson fyri kynsligan ágang. Tað var hansara skuldseting, sum fekk løgregluna at rannsaka húsini hjá tónleikastjørnuni.

Tann 12 ára gamli drongurin hevur sagt løgregluni, at Michael Jackson skrivaði honum fleiri kærleiksbrøv og yrkingar. Tey hevur løgreglan nú funnið, skrivar Daily Mirror, sum eisini veit at siga, at løgreglan hevur lagt hald á fleiri sjónbond, sum vórðu funnin heima hjá Michael Jackson.

Sjálvur var Michael Jackson ikki heima, tá løgreglan rannsakaði hús hansara. Seinni gav hann seg yvir til løgregluna, men hann varð latin leysur ímóti næstan 20 milliónum krónum í veðhaldi.