Tað byrjaði við sanginum um deiligu Havnina. Nú er Keypmannahavn pallurin hjá einum tí fremsta føroyska poppkomponistinum.
Havnarmaðurin Kári Jacobsen hevur ferð eftir ferð gjørt vart við seg við sangum, sum fólk næstan kenna seg noydd til at syngja við til. Nú eru tað oftast aðrir sangarar, sum framføra sangirnar hjá Kára, men løttu og íoyrafallandi poppløgini eru til at kenna aftur.
? Eg haldi, at góðir poppsangir verða skrivaðir av fólki, sum bæði hava nakað upp á hjartað og samstundis duga handverkið, sigur Kári Jacobsen.
Nógv jørn í eldinum
Útgávan Nalja frá 1988 var veruliga startskotið hjá Kára Jacobsen sum sangara, tónleikara og tónasmiði. Seinni gjørdi hann eina útgávu saman við Eyðfinni Jensen, men seinastu árini hevur hann gjørt minni við at syngja sínar sangir, men hann ger alt meira við at framleiða sangir fyri aðrar sangarar.
Í fjør hevði hann fingur við í spælinum, tá tær báðar Malan Eyðunsdóttir og Malan Thomsen góvu fløgur út. Stjørnurnar Blinka var eitt av mest spældu løgunum í fjør, og tað skrivaði Kári Jacobsen.
Í ár hevur hann millum annað gjørt sangin um nýggja maskottin hjá Norðoya Sparikassa, Silva. Aðrir sangir um Silva og familju hansara eru á gáttini, og Brandur Enni skal eisini syngja ein sang hjá Kára á nýggju útgávuni sum kemur í februar.
Umframt popptónleik til føroyingar skrivar Kári Jacobsen eisini nógvan tónleik til danskar sjónvarpssendingar. Í fjør skrivaði hann sangin til røðina The Perfect Crime hjá TV3, og tá hevði hann heimsstjørnuna Grace Jones í studio.
Í ár hevur hann millum annað skrivað tónleikin TV3-røðina »Grisk ? når det gælder«. Harafturat er hann í holt við eitt projekt fyri Sony, sum hann ikki vil avdúka enn.
Dámar leiklutin
Tá Kári Jacobsen verður biðin um at skriva sangir til aðrar tónleikarar og sangarar, er uppgávan oftast at gera fangandi poppsangir, sum kunnu verða við til at bera eina fløguútgávu fram.
Kára Jacobsen dámar væl, at hann hevur leiklutin sum tónasmiður og framleiðari.
? Tað er deiligt ikki sjálvur at skula standa fram. Tann partur av tónleikinum hevur ongantíð sagt mær so nógv. Tað passar mær eisini væl, at eg skrivi tónleik til onnur, tí eg skrivi sera ymiskan tónleik. Alt frá reinum popptónleiki til løgnan dramaturgiskan tónleik til sjónvarpssendingar, sigur hann.
Kári Jacobsen hevur framleiðslufelagið Floppy M saman við dananum Jacob Duus. Teir framleiða serliga tónleik til sjónvarpssendingar í sínum studio, men eisini popptónleik.
Stórt álit at fáa
Við hvørt tykist tað, sum tú ? uttan at tað verður sagt soleiðis ? verður biðin um at skriva eitt hitt. Hvussu hevur tú tað við hesum?
? Tað er sera smikrandi, tá ið fólk vísa mær slíkt álit. At skriva og framleiða eitt hitt er helst størsta avbjóðingin hjá einum tónasmiði og framleiðara. Tað er lætt at skriva eitt lag, trupult at skriva eitt gott lag og øgiliga trupult at skriva eitt hitt.
Hvussu ber tað til, at tú ferð eftir ferð klárar at gera fangandi poppsangir?
? Tja... hvat skal eg siga. Eg havi skrivað óteljandi løg seinastu 25 árini, og eg arbeiði nógv og seriøst við tí.
Kári Jacobsen hevur ongar ætlanir um at geva fløgu út sjálvur, men hann vil ikki nokta fyri, at tað kann henda longri frammi í tíðini.
Til ta tíð eru tað aðrir tónleikarar og sangarar, sum fáa gleði av teimum íoyrafallandi og svingandi poppsangunum hjá honum.









