Seinnapartin týsdagin verður eitt tiltak á Býarbókasavninum í Havn, har fólk kunnu koma inn at skriva eitt bræv.
Í hesum tíðum, tá tey flestu av okkum bara geva hissini boð frá sær í sms-boðum ella við telduposti, kann tað kennast forkunnugt at sessast við penni og pappíri, fyri at skriva eitt “ordiligt” bræv.
Men tað fáa fólk møguleika til seinnapartin týsdagin, millum klokkan 15 og 18, tá Býarbókasavnið í Havn bjóðar fólki inn á gólvið at “seta ferðina niður og og skriva eitt bræv,” sum tikið verður til.
– Vit leggja fram pappír, skriviamboð og frímerktar brævbjálvar og bjóða eisini okkurt gott afturvið, so nú kanst tú gleða abba tín, vinkonuna í Australia ella ein annan gamlan pennavin við einum hondskrivaðum brævi í postkassanum, siga tey frá Býarbókasavninum.