Vit halda hetta vera púra burturvið tí m.a.;
Kunnu tit ikki vænta, at øll lesandi kunnu fáa arbeiði í einans 1 mánaða, serliga tá hugsað verður um okkara høga arbeiðsloysi í landinum.
Flestu dagstovnar verða stongdir í juli mánaða. Tískil er tað nærum ógjørligt at útvega sær eitt arbeiði, vegna vantandi barnaansing.
Teir stovnar, ið hava opið í juli mánaði mæla til, at børnini hava frí í tríggjar samanhangandi vikur, t.v.s. at stovnsgjaldið má rindast óansæð.
Tey flestu hava somu útreiðslur í juli mánaða, sum allir aðrar mánaðir, og tískil mugu rokningar útsetast, vegna vantandi stuðul.
Familjur verða fíggjarliga illa fyri.
Bøkur skulu keypast, tá ið skúlin byrjar aftur hálvan august – hóast eingin hevur fingið lestrarstuðul síðani juni mánaði.
Lesandi, ið koma úr m.a. Suðuroy eru noydd at leiga eitt kamar, ella eina íbúð, fyri at hava møguleika at ganga í skúla í Havn ella aðrastaðni; tann leigan skal gjaldast alt árið. T.d. er leigan á næmingaheiminumí Tórshavn kr. 1800,00 um mánaðin, og skal tað gjaldast fyrst í hvørjum mánaði árið runt.
Um næmingar skulu tíma at lesa í Føroyum, so er tað neyðugt, at tey lesandi her á landi fáa eins góðar sømdir sum føroysk lesandi uttanlands.
Fylgjurnar:
Teir fylgjandi mánaðarnir eftir skúlabyrjan gerast sera tungir. Orsøkin er, at tá hava tey flestu bíðað við at goldið ymsar rokningar, tí eingin peningur var tøkur til hetta í juli mánaði. Hetta ger, at tey flestu koma í ein sonevndan óndan sirkul, har tey t.d ikki fáa rindað tað tey skylda fyrr enn mánaðir seinni.
Støðan í DK samanborið við støðuna í FO:
Í Danmark verður stuðul veittur til tey lesandi alt árið – 12 mánaðir. Tann árliga stuðulsupphæddin er 65.862 krónur, og vil ein lesandi, ið er 18 ár ella eldri og uttan starv, gjalda umleið 7.000 krónur í skatti av stuðlinum, soleiðis at netto-stuðulin verður 58.862 krónur árliga. Í Føroyum er árligi stuðulin skattafríður, men upphæddin er bert 41.107 krónur – ella heili 17.775 krónur minni enn í Danmark. Í prosentum er hetta 30 prosent minni.
Verður so tikið við, at kanningin hjá Hera á Rógvi vísir, at Føroyar í miðal eru 14 prosent dýrari at liva í enn Danmark, so gevur hetta ein reellan mun á heili 40 prosent! (Meginfelag Føroyska Studenta).
Endamálið við hesum skrivi:
Endamálið hjá okkum við hesum skrivi er, at vísa á okkara ónøgd við verandi skipan, og vísa á okkara stóra tørvi á lestrarstuðuli alt árið runt – 12 mánaðir. Hetta merkir, at lestrarstuðulin til hvønn einstakan á hægri lesnaði skal fara frá kr. 41.107 til kr. 44.844 um árið.
Vit biðja tykkum hervið vinarliga taka hetta mál í álvara og vit síggja fram til at hoyra frá tykkum.