Skrímslabøkur endurprentaðar og nýggj skrímslabók ávegis

Kennir tú hesi skrímslini aftur? Handan skortarnar hómar tú kanska, at talan er um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl. Hesi skrímsl hava Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir skrivað og myndprýtt níggju søgur um – og um tvær vikur verður tíggjunda bókin, Skrímslaleikur, eisini til keyps í bókahandlunum! Harumframt eru tær undanfarnu skrímslabøkur, sum vóru útseldar, nú endurprentaðar. Hetta merkir, at tað nú ber til at keypa allar skrímslabøkur í bókahandlunum – og um 14 dagar eisini ta tíggjundu bókina! Les meira um komandi bókina niðanfyri – og byrja heystið við søgunum um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl …

 

Um bókina Skrímslaleikur

 

Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl putlast við okkurt í loyndum. Tá Loðskrímslið er boðið til sjónleik, finnur tað ikki vinir sínar! Hvørji skrímsl munnu vera farin á pall? Skrímslaleikur er tíggjunda bókin um skrímslini. Bókin er 32 síður innbundin og til børn, sum eru umleið 3-6 ár. Rakel Helmsdal, Kalle Güettler, Áslaug Jónsdóttir skrivaðu, og Áslaug Jónsdóttir myndprýddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.