Eg hugsi her um okkara fiskiflota.
Skip aftan á skip koma í havn og leggjast við kai – og fara ikki út aftur.
Og hettar eru okkara størstu og mest framkomnu skip – trolarar, uppisjóvarskip o.o.
Tey binda, tí tey ikki fáa tað at hanga saman – orsaka m.a. tann dýra oljan.
Okkara fremstu línuskip fáa ikki manning, m.a. tí úrtøkan er ov lítil.
Meðan alt hettar hendir, tosa okkara politikkara um berghol – her og har – og hettar er fremsta evni í øllum tosinum.
Orsaka at eg eg sigi tað.
Men hettar er eitt luksusproblem.
Veit eg stígi onkran á tærnar, men okkara landsstýrisfólk, Torbjørn Jacobsen og Bjørt Samuelsen áttu at arbeitt við hesum trupulleika – og áttu at tikið mest av teirra tíð.
Hvussu hjálpa vit okkara vinnu – hvussu koma vit burturúr hesum trupulleika – og hvat skal til, at okkara vinna kann framhaldandi koyra og geva yvirskot??
Eg havi ikki nakra loysn, men tey eru vald til at m.a. at finna útav hesum. Hvat við at hyggja at oljuavgjaldi ella okkurt tílíkt. Eg veit tað ikki, men okkurt má gerast.
Hettar átti at verið fremst í teirra huga – og ikki um tunnil skal gerast til Sandoyar – og/ella Skálafjarðatunnil – ella aðrir tunlar.
Hettar má og skal koma í aðru rekkju.
Politikkara elska at tosa um prioritering – raðfesting.
Nemliga – tað er rætt.
Men vinnan má og skal liggja fremst.
Atli Dam, sáli, plagdi at siga, at har ein hurð fór aftur, lat altíð ein onnur hurð seg upp.
Men her sær út til, at hurðar bara verða lætnar aftur og ongin letur seg upp.
So góðu politikkara.
Latið tunnilsprátið liggja eina tíð – og farið í gongd við at loysa tann stórsta vandan, ið er frammi í dag.
Farið í gongd við at hjálpa vinnuni.
Gera tit ikki tað, so steðgar alt upp – og so kunnu tit “skjóta ein gyltan píl” eftir tunnlunum.
Hettar er ikki eitt ynski.
Hettar er eitt krav.
Klaksvík 24. mei 2008.










