Skriftin á skíggjanum

Tað er trupult at gera sína egnu skrift, men her eru nøkur forrit, ið gera tað lættari

Tað er við skriftum sum við fiski. Nógv sløg eru til, men vit nýta bert eini tvey-trý. Og tað er í grundini spell, tí eins og við hondskrift okkara kunnu vit gera leggja okkara samleika í prentaðan tekst við at nýta ávísar skriftir.

Tey flestu grafikkforritini og tekstviðgerðarforritini fáast við hópinum av skriftum, sum nøkta tørvin hjá teimum flestu, men kundi ein hugs sær sína heilt egnu skrift, so finnast ráð fyri tí.

Forritini FontChameleon og Type Tool eru tvey ógvuliga ymisk amboð til júst hetta. Tey kunnu downloadast í eitt demo frá Internetinum frá adressuni www. prosoft.dk. Forritini er rættiliga dýr, og tíverri ber bert til at redigera og ikki at goyma tað, ein ger.


Fyri tey ídnu

FontChameleon er tað lættara at nýta. Við tí ber lættliga til at broyta nærum allar skriftir.

Tú velur eina skrift og skal so bert flyta nakrar skjótiknøttar fyri at fáa bókstavirnar bæði at hella eitt sindur meiri, gera teir tjúkkri, seta teir tættari saman ella at broyta x-hæddina. X-hæddin er tann parturin av bókstavinum, sum røkkur upp um kroppin. Bókstavirnir x og s gera ikki, meðan k og l gera. Til ber eisini at blanda saman tvær skriftir og á tann hátt fáa sína egnu.

Type Tool er nógv truplari at nýta, men við tí ber í størri mun til at gera egnar skriftir

Hvør bókstavur er uppbygdur av eini røð av formlum, ið avgera hvussu linjurnar eru, og tær verða redigeraðar á sama hátt sum ein strikutekning verður redigera í einum tekniforriti. Hetta er trupult og gerst ikki lættari av, at hvør bókstavur skal redigerast fyri seg. So hetta er veruliga eitt arbeiði fyri tey ídnu.