Skriðulop og vatnflóð í Burma

Myndugleikarnir í Burma siga, at í minsta lagi 46 fólk hava latið lív í skripulopum har vesturi í landinum. Tað hevur regnað sera illa í landspartinum Rakhine teir seinastu dagarnar, og tað nógva regnið hevur oyðilagt brýr, hús og nógvar størri bygningar.

Myndugleikarnir hava sent bjargingarlið at hjálpa teimum neyðstøddu, men tað nógva regnið ger bjargingararbeiðið sera trupult, millum annað tí at vegirnir eru oyðilagdir.

Eisini í grannalandinum Bangladesh eru nógv fólk deyð av skriðulopum og vatnflóð eftir óvanliga nógv regn.