Skriðulop kravt fleiri 100 mannalív

Myndugleikarnir í Meksiko bera ótta fyri, at eitt stórt skriðulop í útsynningspartinum av landinum kann hava kravt millum 500 og 600 mannalív. Fjølmiðlarnir skriva, at skriðan tók umleið 300 hús við sær, meðan fólk lógu og svóvu.

Summar keldur siga, at talið á deyðum er helst millum 500 og 600, men aðrar siga, at skriðulopið kann hava kravt upp ímóti 1.000 mannalívum.

Tað hevur regnað illa í fjøllunum í landspartinum Oaxaca, og tað var orsøk til skriðulopið, sum var við býin Santa Maria Tlahuitoltepec, sum er kendur fyri sínar mongu søguligu bygningar.