Skriðulop kann hava kravt 60 mannalív

Higartil hava bjargingarlið í Meksiko funnið 26 deyð aftan á eitt skriðulop, men talið verður helst nógv størri. Skriðan tók ein buss við sær. Myndugleikarnir siga, at millum 45 og 60 fólk vóru í bussinum, og bjargingarliðini vænta ikki at finna nakran aftur á lívi, skrivar NTB.

Vanlukkan hendi tætt við býin Eloxochitlan, sum er í fjallalendinum í landspartinum Puebla. Tað hevur regnað sera illa har í seinastuni.

Stjórnin hevur sent 200 hermenn at hjálpa bjargingarliðunum við at leita eftir teimum, sum vóru í bussinum.