Skriðulop: Hava funnið eitt lík aftrat

- Tað ber til at liva í fleiri dagar, um fólk fáa luft. Men, her eru stórar kreftir í sving, og tað eru neyvan nógvir luftlummar, sigur politimeistari.

 

Norska løgreglan veit í dag at siga, at enn eitt lík er funnið í leirskriðulopinum í Ask í Gjerdrum kommunu, nærindis Oslo í Noregi, og framvegis verður leitað eftir átta øðrum, sum ikki eru komin afturíaftur.

Tað er átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Roy Alkvist, sum tíðliga seinnapartin í dag hevur boðað frá, at eitt lík er funnið aftrat. Tilsamans eru nú tvey lík funnin, og leitað verður framvegis eftir livandi.

Átaksleiðarin vil ikki siga, um talan er um mann ella kvinnu, vaksin ella barn, sum er funnið í leivdunum av leirskriðulopinum, sum fór avstað við fleiri húsum í økinum.

Á tíðindafundi í Noregi hevur politimeistarin í økinum, Ida Melbo Øystese, sagt, at tað ikki er óhugsandi, at luftlummar kunnu vera í skriðuni og tað er heldur ikki óhugsandi, at fólk kunnu vera á lívi í hesum lummum.

- Tað ber til at liva í fleiri dagar, um fólk fáa luft. Men, her eru stórar kreftir í sving, og tað eru neyvan nógvir luftlummar í leirskriðjuni, sigur politimeistarin við tv2.no.