Skriðuklaustur var sjúkrahús

Tað var í mong ár hildið, at uppruna bústaðurin á Skriðuklaustri var har, sum verandi bygningur stendur, men í 2000 fingu teir prógv fyri, at bústaðurin var nakað niðanfyri

Søgan sigur, at tað var ein prestur, sum fekk boð um, at ein maður lá á deyðastrá. Presturin mátti tí ríða á hestabaki allan tann langa veg gjøgnum Flojótsdalin higar, sum maðurin búði.
Men ólukkutíð, tá hann kom fram, hevði hann gloymt alt tað, hann skuldi nýta til mannin, og tí mátti ein ungur drongur ríða allan tann langa vegin, hagani prestur var komin, fyri at fáa hendur á tí, prestur skuldi nýta.
Men tað hendi seg ikki mætari, enn at tá drongurin kom til tað, sum nú er Skriðuklaustur, rendi hann seg í kalik fullan av víni, og hartil lá breyð omaná. Og tað varð mett sum eitt undur, og tí varð bygt júst á Skriðuklaustri.
Navnið Skriðuklaustur er tvíbýtt, og fyrri partur av navninum kemur heilt einfalt av, at tað liggja fleiri skriður í skráninginum omanfyri, og seinna orðið sigur segl íka sjálvt, nevniliga at tað upprunaliga var eitt klostur.
Hetta var somuleiðís seinasta klostrið, sum bygt varð í Íslandi. Klostrið er bygt umleið 1490, og tilhoyrandi kirkjan varð vígd í 1512, so íslendingar kunnu hátíðarhalda 500 ára hald júst í ár.
Reformatiónin kom til Íslands í 1550, so hesir fimm munkarnir fingu bara 60 ár í nýggja Skriðuklaustri.