Tað var einki minni enn eitt satt undur, at eingin doyði, tá ein skriða leyp oman yvir meiri enn 100 hús í einum fátækrabýlingi í boliviska høvuðsstaðnum La Paz. Skriðulopið er tað seinasta í einari røð av skriðulopum, sum hava verið í Bolivia tær báðar seinastu vikurnar, og sambært myndugleikunum hava hini lopini kravt 44 mannalív.
Evo Morales, forseti, hevur lýst landið í tilbúgvingarstøðu og hevur sent væl mannað bjargingarlið at rudda eftir tey nógvu skriðulopini.
Tað hevur regnað óvanliga illa í Bolivia í seinastuni, og tað er orsøkin til tey nógvu skriðulopini, skrivar AP úr La Paz.