Ein stór skriða er lopin í Namsos í Noregi. Minst seks hús og tríggjar smáttur eru tiknar av skriðuni, ið verður mett um 250 til 300 metrar breið Skriðan er lopin við Gullholmsstranda í Namsos. Fleiri hús og smáttur eru tikin, og tíðindamaður hjá NRK greiðir frá sera ógvusligum umstøðum.
- Hús liggja og flóta á fjørðinum, meðan onnur eru heilt undir í jørð, sigur Kjartan Trana, ið er á staðnum, við heimasíðuna hjá NRK.
Løgregla og bjargingarlið eru á staðnum, men tey kunnu ikki fara inn í økið, orsakað av vandanum fyri fleiri skriðjum. Harafturat eru kavarar í sjónum.
Ein tyrla er nú komin til økið, og leitar eftir fólkum í sjónum.
- Eg síggi fólk, sum standa á einum húsum, ið eru tikin av skriðuni og rópa eftir hjálp. Eg haldi ikki tey eru í lívsvanda, sigur Kjartan Trana
Serfrøðingar siga, at útfrá bíløtunum vænta teir at tað er kykleir, ið er lopið. Skriðan hevur tikið eitt heilt nes á vegnum.