Skrásett staðarnøvn á Selatrað

Í fýra ár hava teir trýggir, Símun Mittún, Max C. Weihe og Kári Jacobsen skrásett staðarnøvn á almenna kortið hjá Sjóvar kommunu

 

Sjóvar kommuna skrivar, at Andreas Weihe á Selatrað, 1867-1946, sum bæði var bóndi, politikari og rithøvundur - hevur í bókini Tjóðminni skrivað yvir 500 staðarnøvn á Selatrað. Tað eru serliga hesi nøvnini teir trýggir hava arbeitt við og skrásett, eisini hava teir tikið myndir, lagt søgur afturat og skrásett ymist nýggjari. 

 

Á kommunuskrivstovuni, varð skipað fyri kaffifundi fyri formliga at avhenda arbeiðið til kommununa. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, handaði teimum hvør sína gávukurv sum tøkk fyri stríðið.

 

Sjóvar kommuna fegnast um, at fólk sjálvboðin taka stig til at skráseta nøvn, søgur og sagnir, so at hetta verður varðveitt.

 

Kommunan fer seinni í summar at skipa fyri einum túri á Selatrað, tá fara Símun Mittún, Max C. Weihe og Kári Jacobsen at greiða frá.

 

##med2##

 

##med3##

 

Staðarnøvnini síggjast á sjovar.kort.fo – set flugubein í staðarnøvn og suma inn. Við at trýsta á reyðu punktini við hvørt staðarnavn, ber til at síggja áhugaverdar frágreiðingar og møguligar myndir í ”vedhæftede filer”