Skráin til við Brúnna kunngjørd

Nú nærkast í stórum til tónleikatiltakið á Oyrarbakka leygardagin.

Nú nærkast í stórum til tónleikatiltakið á Oyrarbakka leygardagin.


Talan er um eina sera fjølbroytta skrá, frá slagarum hjá Nicolinu á Kamarinum, Alex Bærendsen og Martin Joensen og barnasangum hjá Jensinu Olsen til kvæðarock við Týr. Eisini verða lokal nøvn á skránni m.a. Marni Kruse, Signar í Homrum og Bacon.


Umframt tónleik á teimum tveimum pallunum, verður dansur við Norrøna Dansband í Eydnuni í samband við tiltakið.


Harumframt verður loyndarfulla tiltakið ”Njørður”, har ein kendur sangari ferð at hava eina serliga framførslu á einum heilt serligum stað á økinum. Til Njørður er tó avmarkað atgongd.


Eisini skipað fleiri av ítróttarfeløgunum í økinum m.a. EB/Streymur, KÍF, EB-hondbóltur, Sunda Róðrarfelag, Sunda Judofelag og Sunda Talvfelag fyri matsølu, camping og ymiskum barnaundirhaldi m.a. bóltspølum á økinum.


Fyrireikararnir hava nú kunngjørt rúgvismiklu skránna og fyrireikingarnar til tiltakið eru komnar heilt væl áleiðis. Skráin sæst við at trýsta á hesa slóðina www.vidbrunna.fo/skrain .