Árligi Johannudagurin verður leygardagin 2. septembur í Vági. Johannudagurin er ein góður og hugnaligur familjudagur, sum fyrigongur á bryggjuøkinum og á Vágsfirði og hevur við tað, sum hoyrir til sjógvin og sluppuna Johannu TG326. Dagurin verður fyriskipaður av Felagnum Johanna TG326 og Vágs Kappróðrarfelag, saman við Vágs Kommunu.
Á skránni er t.d. stóra vatnkríggið, eisini verður skattaveiða, syngið við og livandi havdjór.
Johannudagurin varð fyrstu fer fyriskipaður í september 2021 og avgjørt varð, at hesin daguri skuldi verða ein afturvendandi familjudagur í Vági.Í høvuðsheitum snýr dagurin sjeg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.
Skráin er tøk og kann lesast her.










