Skráin til Faroe Pride 2023

Faroe Pride 2023 byrjar sum vant við Tórsvøll

Upphiting byrjar við Tórsvøll kl. 15 har skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar. Eisini verður ókeypis andlitsmáling. Øl og cider frá Føroya Bjór fæst til keyps og fløgg og annað ælabogalitt. Sølan stuðlar arbeiðnum hjá LGBT+ Føroyum.

 

Havnar Hornorkestur spælir til upphitingina og Diana og onnur fara at dansa.

 

Kl. 16 fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið. Á Vaglinum verður ókeypis konsert við Terja Rasmussen, Einangran, Jazzygold, Reiley og 200, og Elin Brimheim Heinesen ber fram røðu.

 

SKRÁIN:

 

Kl. 15.00: Hitað verður upp við Havnar Hornorkestrið við Tórsvøll, har ókeypis fløgg o.a. verður deilt út, og ókeypis andlitsmáling og dansur verður á skránni. Eisini fara vit at selja øl, cider og merchandise.

 

Kl. 16.00: Pride skrúðgongan fer avstað frá Tórsvølli oman á Vaglið. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í gonguni.

 

Kl. 16.30: Ókeypis Pride konsert við Terja Rasmussen, Einangran, Jazzygold, Reiley og 200. Elin Brimheim Heinesen ber fram røðu.

 

Kl. 18. 30 Pridesýning – Aftur í ár hevur FIIMFF eina pride sýning. Í ár verður FÖRDOM OCH STOLTHET - en queer filmhistoria vístur í Niðri Undir. Les meira her www.facebook.com/events/1832860367110365/