Skráin fyri Tórsfest 2015 kunngjørd

Pretty Maids, Basshunter og fleiri føroysk tónleikanøvn fara á pall í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 25. juli.

Pretty Maids, Basshunter og nøkur av teimum allar best umtóktu føroysku tónleikanøvnini fara á pall í gongugøtuni í Havn nú leygarkvøldið 25. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð á øðrum sinni skipar fyri Tórsfest.


Skráin, nær bólkarnir fara á pall, sær soleiðis út:


16.00 - Kúllarnir (barnatiltak)

16.45 - Goresquad

17.30 - Synarchy

18.15 - Sakaris

19.00 - Sic

19.45 - Týr

20.30 - Páll Finnur Páll

21.15 - Pretty Maids

22.15 - Frændur

23.15 - Swangah

00.00 - Signar í Homrum

00.45 - Basshunter

01.30 - Hjarnar

02.15 - Byrta


Umframt allan tónleikin, verður eisini spæliland til børnini frá kl. 16 til 21 við hoppiborgum og undirhaldi. Klokkan 16 fara Kúllarnir at undirhalda og aftaná verður myndatøka. Og klokkan 17 kemur klovnurinum Bubu á vitjan.