Skráin fyri Spæl Føroyskt vikuna avdúkað

Í sambandi við at Spæl Føroyskt vikan varð sett í kvøld kl. 18.15, er skráin fyri Spæl Føroyskt vikuna somuleiðis avdúkað. 

 

Tað er ein sera fjølbroytt skrá við tónleiki kring allar Føroyar. 

 

Tað leggjast fleiri afturat næstan hvønn dag, og til ber eisini at fylgja við á Facebook síðuni hjá Spæl Føroyskt, um ein vil fáa øll tiltøkini við so hvørt. 

 

Tað er ongantíð ov seint at boða frá, um tit ætla at skipa fyri onkrum, og tí vilja fyriskipararnir á Spæl Føroyskt vikuni fegin hoyra um tykkara tiltak á booking(at)musikk.fo

 

##med2##