Skráin fyri HOYMA leygardagin er løgd

20 konsertir við 10 tónlistafólkum verða í 10 heimum í Norðragøtu og Syðrugøtu

Skráin er nú løgd til tað forkunnuga tiltakið hjá G-festivalinum, har konsertir verða í ymiskum heimum í Norðragøtu og í Syðrugøtu.  Tiltakið verður á skránni leygardagin.

 

G-festivalurin skrivar á heimsíðu sínari, at serligu heimakonsertirnar verða í hesum heimum í Syðrugøtu og í Norðragøtu:

 

 

Í Norðragøtu:'

 

Mourits og Herborg Foldbo, Sjúrðargøta 15

Hjalti og Herdis Dalheim, Torbjarnargøta 1

Jonhard og Oluffa Hammer, Sjúrðargøta 17

Hanna og Tórheðin Jensen, Tróndargøta 49

Jón Tyril og Elsebeth Elnarsdóttir, við Ánna 72

 

Í Syðrugøtu :

 

Sólarn Solmunde og Agnes Mortensen, Deildarvegur 2

Oluffa og Martin Joensen, Úti í Bø 30

Julia og Jóni Lamhauge, Túvuvegur 7

Páll og Ranvör Isholm, Gróvargøta 9

Janus Rasmussen og Sunnleyg Dalheim, Geilargøta 8

 

Hildnar vera 20 konsertir við teimum 10 tónlistafólkunum. Allar konsertirnar eru heima í stovuni í teimum 10 húsunum omanfyri. 2 konsertir í hvörjum heimi. Tað vera einans nýtt akkustisk og/ella handhildin ljóðföri. Eingi annlegg ella líknandi. Skrivar G-festivalurin.