Í ár hevur danski fiskiflotin eina toskakvotu í vestara parti av Eystursjónum á 1746 tons. Men, næsta ár sigur fiskifrøðiliga tilráðingin, at kvotan einans verður 141 tons.
Danska toskakvotan er ein hjáveiðikvota, tí beinleiðis veiða eftir toski er ikki loyvd í Eystursjónum.
Donsku fiskimenninir halda lítið um stóru avmarkingarnar í toskaveiðini, tí avmarkingar fara at gera tað ómøguligt at fiska við troli ella gørnum - uttan, at kvotan verður ovfiskað.
Skerjingin av donsku toskakvotuni á heili 92 prosent kemur eftir, at toskaveiðan í Eystursjónum er nógv minkað í fleiri ár.
Hyggja vit eftir, hvør gongdin hevur verið, vísa hagtøl, at donsk skip fiskaðu 20.492 tons av toski í vestara parti av Eystursjónum í 2012. Virðið av veiðini var 187 miljónir danskar krónur.
Í 2017 var veiðan minkað niður í 8590 tons, og virðið gjørdist meira enn hundrað miljónir krónur minni enn í 2012.
Síðan 2017 hevur rættiligt skrædl verið í donsku toskaveiðini í vestara parti av Eystursjónum.
Í fjør fiskaðu donsk skip nevniliga 1947 tons av toski, sum vórðu seld fyri 37 miljónir krónur, og fram til hin 1. oktober í ár hevur toskaveiðan einans verið 554 tons, sum eru seld fyri 10,3 miljónir krónur.
Kelda til hesa greinina er www.kystmagasinet.no