Skrúvan verður táttað ov nógv

Gestir í sjónvarpsstovuni verða Janus Rasmussen, fyrrverandi formaður í GÍ, og Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbólti hjá HB.

 

Teir báðir halda, at føroysku fótbóltsfeløgini skjótt kunnu fara at missa tamarhaldið á pengafótbóltinum, tí í løtuni kappbjóða feløgini um spælarar hvønn vetur, og skrúvan tykist ongan enda hava.

 

- Feløgini mugu skipa seg í eitt arbeiðsgevarasamtak, sum tosar sama mál, siga teir báðir.