Mikukvøldið í komandi viku skal KÍ spæla Europa Cup dyst á Svangaskarði. Tað er einki óvanligt í tí, at Europa Cup dystir verða spældir á Toftum. Sovornir dystir hava verið har á hvørjum ári síðani 1992, tá júst KÍ var fyrsta meistaraliðið, sum royndi seg í Europa Cup.
Síðani tá er nógv vatn runnið í ánni, og krøvini frá FIFA og UEFA til kringumstøðurnar á stadion eru fleiri ferðir økt og broytt.
Í fjør var greitt, at tað í framtíðini ikki fór at bera til at spæla altjóða dystir, um tað ikki vóru setur til hvønn einstakan áskoðara. Á Svangaskarði hava tað verið beinkir til onkra staðni millum seks og sjey túsund áskoðarar, men har hava eingi setur verið.
Nú verður bøtt um hetta, og tá KÍ og Reyða Stjørna úr Beograd fara á vøllin mikukvøldið fara áskoðararnir at sita á setrum.
Hóskvøldið í fóru toftamenn undir arbeiðið at skrúva og seta upp. Setrini, sum eru blá á liti, eru keypt úr Danmark, og skinnararnir, sum tey skulu skrúvast á, eru keyptir í Onglandi. Í alt fevnir ætlanin um gott og væl um fýra túsund sitipláss.
Stuðulin
Samlaði kostnaðurin er mettur at vera stívliga eina millión krónur. Toftamenn hava fingið tey 30 prosentini í stuðli frá landsmyndugleikunum, sum sambært ásetingunum kunnu veitast í sovornum førum.
Toftamenn bera ein part av kostnaðinum sjálvir, men tað hevur eydnast teimum at fáa umleið somu upphædd í stuðli frá stovnum og feløgum, sum teir hava fingið í stuðli frá tí almenna:
? Vit hava søkt um stuðul frá vinnulívinum, og tað hevur verið hugaligt at síggja, at áhugin fyri at stuðla hevur verið góður, bæði her í oynni og eisini aðra staðni, t.d. í Klaksvík. Hugburðurin hjá vinnuni tykist vera, at teir vilja vera við til at skapa karmarnar, soleiðis at tað framvegis skal vera møguligt hjá feløgunum í Klaksvík og Eysturoy og øðrum, sum hava áhuga fyri tí, at spæla altjóða dystir á Toftum. At setur nú verða sett upp ber við sær, at tað framvegis verður møguleiki at spæla altjóða skrásettir landsdystir og Europa Cup dystir á Svangaskarði, sigur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag.
Tað hevur verið frammi fyrr í ár, at Tofta Ítróttarfelag hevur ætlanir um at leggja tak á áskoðaraplássini kring grasvøllin.
? Vit hava framvegis ætlanir um at gera tað arbeiðið, men tað hevur ongantíð verið ætlanin at ítøkiliggera tann partin av projektinum í ár. Eg dugi ikki at siga, nær hetta verður veruleiki, men vit arbeiða við søkini, sigur Niclas Davidsen.
jhnskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.
Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.
Stórar broytingar
Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.
Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.
Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.
Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.
? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.
Hugnalig samvera
Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.
? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.
Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!
Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.
Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.
Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur
Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)
Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking